FOLIUMERKI - FOLIA

 

Vit framleiða alt innan klisturmerkir – lítil sum stór. Tað finnast tvey sløg av klisturmerkjum. Tey eru: útskorin foliuklisturmerkir og printaði klisturmerkir. Tey útskornu foliuklisturmerkini vera skorin út í einum ávísum foliulitið, her kann eg nevna at vit hava uml. 50 ymiskar litir - alt frá silvur til ljósareytt. Klisturmerki sum ikki skulu hava bakgrund skera vit út í foliu, eitt nú bátanøvn.

Síðani hava vit printaði klisturmerkir. Hesi klisturmerkini vera printaði á hvítt klistur, sum síðani verður skorið út so sum stickers. Her hava vit eisini møguleika fyri at laminera klisturmerkini. 

   
Dømir:  
   
Blank gull litt folia á glasveggir í Fíggjarmálaráðnum. Útarbeitt av okkum út frá grafikki, sum listamaðurin Anker Mortensen hevði mála í minni støddum.
   
   
   
 Veggprýði til Vodafone:  Súla klistra á flogfar hjá Atlantic: