VIT GERA "sí eisini: Vit gjørdu"

 

DEKO&PRINT er eitt reklamuvirki, sum arbeiður við menning av hugskotinum til uppseting og framleiðslu av lidnum reklamulutum. Tað verði seg búmerki, lýsingar, prentlutir, prýðing av handilsfasadu við skeltum og foliu á glasflatum, skilting innandurða eins væl og uttandurða og dekorering av virkis-bilinum.

Vit eru 5 fólk tengd at virkinum ið øll hava hvør sínar eginleikar, og saman skapa vit eina kreativa eind. 


Vit arbeiða málrættað og í tøttum samstarvi við kundan og førir hetta við sær góð úrslit. Vit bjóða kundanum heildarloysnir innan prentlutir og skelting, sum byggja á vitan og royndir.

Vit fara í kjarnan í hvørjari uppgávu, gera hana sermerkta og fáa úrslit, sum síggjast og ávirka.

Design skal ikki bert vera pynt, men eisini senda ein greiðan boðskap til rætta málbólkin.

Kundar eru ymiskir, og teimum tørvar og dámar ymiskt. Í kreativu arbeiðsgongdini er tað týdningarmikið at samskifta og samstarva væl við kundan. Við felags ágrýtni koma við fram til besta úrslit.

Í endaliga úrslitinum leggja vit stóran dent á at grundhugskotið hjá kundanum sæst aftur.

Okkara kundar eru alt frá almennum fyritøkum til privatpersónar. Vit hava drúgv og góð kundaviðurskifti og uppliva eina positiva menning. Vit hava havt fast samstarv við fleiri kundar okkara síðani DEKO&PRINT varð stovnað í februar 2006.