STARVSLÝSING


Grafikari søkist, at byrja 1. okt. 2010


Vit leita eftir kreativum grafikara, við útbúgving. Tú ert nýhugsandi og kanst arbeiða sjálvstøðugt. Ynskiligt er, at tú hevur kunnleika til Adobe forritini.

Hevur tú TAÐ, sum skal til at virka saman við einum dugnaligum og frískum toymi, kanst tú síggja fram til fjølbroyttar arbeiðsdagar.

Arbeiðsuppgávurnar eru fyrst og fremst grafiskar uppgávur men eisini at hjálpa til í framleiðsluni.

Er hetta áhugavert, og hevur tú hug at broyta framtíðina saman við okkum, so send okkum eina umsókn seinast 20. september 2010.

Skriva á brævbjálvan: DEKO&PRINT, Hoydalsvegur 8, 100 Tórshavn og viðmerk ‘UMSÓKN’, ella støkk inn á gólvið við henni. Ella send ein teldupost til: dp@dp.fo

Løn sambært avtalu.

 

DEKO&PRINT er eitt reklamuvirki, sum arbeiður við menning av hugskotinum til uppseting av lidnum reklamulutum. Tað verði seg búmerki, lýsingar, prentlutir, prýðing av fasadum, bilprýði og allari skelting.

Í løtuni eru vit 3. fólk og ein lærlingur tengd at virkinum, ið øll hava hvør sínar eginleikar, og saman skapa vit eina kreativa eind.


Hevur tú spurningar set teg í samband við:

Tórheðin Thomsen
Tel. 233 333
dp@dp.fo